Amerikanski sjónleikarin Robert Redford er deyður.
Hann gjørdist 89 ára gamal.
Hesum boðar stjórin fyri PR-stovuna Rogers & Cowan frá í New York Times.
Robert Redford er serliga kendur úr filmum sum The Sting, Butch Cassidy and the Sundance Kid, Out of Africa, All the President's Men og The Great Gatsby, og afturat hesum hevur hann eisini leikstjórnað fleiri filmar. Eitt nú leikstjórnaði Ordinary People, sum vann ein Oscar fyri besta leikstjóriRobert Redford er serliga kendur úr filmum sum The Sting, Butch Cassidy and the Sundance Kid, Out of Africa, All the President's Men og The Great Gatsby, og afturat hesum hevur hann eisini leikstjórnað fleiri filmar. Eitt nú leikstjórnaði Ordinary People, sum vann ein Oscar fyri besta leikstjóri.