Amerikanski forsetin, Donald Trump, er komin til Bretlands á síni aðru ríkisvitjan í landinum. Forsetafrúan, Melania Trump, er við á ferðini, og høvuðsparturin av skránni byrjar í morgin, mikudagin.
Forsetahjúnini verða á vitjan hjá Charles, kongi og Camillu, drotning, í morgin.
- Forsetahjúnini fara at síggja Windsor-bústaðin, og her fara tey eitt nú at síggja kjøl og listaverk, sum varpa ljós á felags søguna hjá londunum báðum, veit www.tv2.no at siga.
Í annaðkvøld verður døgurði, áðrenn Donald Trump hósdagin fer at hitta bretska forsætisráðharran, Keir Starmer.
Sambært www.tv2.no eru ein røð av mótmælisgongum móti Donald Trump fráboðaðar, eitt nú í London í morgin.
Sagt verður, at løgreglan í London hevur fleiri enn 1.600 løgreglufólk til arbeiðis í gøtunum í London undir vitjanini hjá amerikansku forsetahjúnunum.