løgmanni fyri, at hann vildi ganga umbønini á møti. Tað hevur stóran týdning fyri føroyska ítrótt her heima og í altjóða høpi, at Føroya Løgmaður er verji. Ítróttasamband Føroya fegnast um, at Løgmaður vildi [...] gullnál Ítróttasambands Føroya Tað er siðvenja, at løgmaður er verji hjá ítróttini. Ítróttasamband Føroya heitti herfyri á Jóannes Eidesgaard, løgmann, um at gerast verji hjá ítróttini. Á lítlari samkomu [...] ganga umbønini á møti. Eingin ivi er í, at løgmaður við sínum royndum sum íðkandi m.a. úr Tvøroyrar Bóltfelag, skilir viðurskiftini hjá ítróttini og vil virka henni at frama.
av njósnarunum hjá CIA. Amerikanskir talsmenn siga, at avgerð hansara at taka seg úr starvinum hevur ikki samband við avgerðina hjá George Tenet at gevast í stjórastarvinum. Deildin hjá James Pavitt hevur [...] Dagin eftir at George Tenet fór úr stjórastarvinum í CIA, legði njósnarastjórin frá sær. Í gjárkvøldið kunngjørdi ein ein stjóri í amerikonsku fregnartænastuni, at hann leggur frá sær. Tað er James Pavitt [...] mánaðarnar. Tað var hon, sum hevði ábyrgdina av at savna upplýsingar um Irak. Men deildin hevur eisini verið fyri atfinningum í sambandi við yvirgangsatsóknirnar at USA 11. september í 2001.
Læknarnir siga, at talan er um eitt pent brot, og at steðgurin kanska bara verður tríggjar vikur, men tað eri ikki so vísur í ferð at halda. Men um so er, so havi eg kortini møguleika at gerast klárur, [...] soleiðis fekk at kalla endaliga góðkenning sum ein av allar bestu málverjunum í føroyskum fótbólti, noyðist nú at halda frí venjingunum í HB í nakrar vikur. Hósdagin var hann somikið óheppin at traðka skeivt
gið Standard & Poor's heldur, at búskapurin í Norðurkorea er so illa fyri, at roknast kann við einum veruligum skrædli næsta ár. Fær felagið rætt í metingini, fer tað at raka grannalandið Suðurkorea meint [...] meint. John Chambers, sum er stjóri í Standard & Poor's, sigur við Reuters, at eitt búskaparskrædl í Norðurkorea kann fara at kosta Suðurkorea ein stóran part av landsins árligu bruttotjóðarframleiðslu [...] verður tað sama, sjálvt um Norðurkorea skuldi gjørt av at slept kjarnorkusamráðingunum við USA og grannalondini, sigur John Chambers. Hann sigur, at í so máta hava samráðingarnar lítlan og ongan týdning
leiðararnir í Danmark, Svøríki, Noreg og Finlandi kunngjørdu mánadagin, at teir stuðla eini felags norðurlendskari umsókn um at sleppa at hýsa Europameistaraskapinum í fótbólti í 2008. Tey londini, sum vilja [...] hýsa hesi kapping, skulu gera vart við seg innan mai mánað komandi ár. Í løtuni er greitt, at Norðurlond koma at kappast við Skotland, Ungarn, Eysturíki/Sveis og Grikkaland/Turkaland. Verður tað, sum Norðurlond [...] fótbóltssambandinum segði á middegi mánadagin við Útvarpið, at Føroyar kunnu sleppa upp í part, tá tað snýr seg um ráðstevnur. Føroyar sleppa ikki at hýsa nøkrum av dystunum í endaspælinum.
Stremban okkara at náa Null-hugsjónini er at stremba eftir at loysa ein av verstu heilsutrupulleikum í fólki okkara. Null-hugsjónin er ein skilvís fylgja av ferðslutrygdarendamáli tjóðarinnar um, at tølini á [...] skulu lækka alsamt alla tíðina. Avleiðingin av hesum stevnumiði er tí tann, at, sum árini ganga, skal einaferð rísa tann dagur, at einki menniskja skal doyggja ella verða skatt í ferðsluni. Spurningurin er [...] er tí, á hvørjum øðrum øki vit høvdu góðtikið eina slíka mannalíðing, og hví vit góðkenna at so álvarsligar vanlukkur henda á vegum okkara. Brot úr fyrilestri hjá Petur J. Sigvardsen, starvsnevndarformanni
fara suður til Vágs at hyggja at landskappingardystinum millum VB og B36. Tá ið Smyril kemur norðuraftur til Havnar, um hálvgum átta tíðina leygarkvøldið, verður skipað fyri móttøku at heiðra føroyameistarunum [...] tarunum í 1. deild í fótbólti. Byrjað verður á havnaøkinum, har harmoniorkestrið GHM fer at spæla. Eftir at leikarar og viðhaldsfólk eru komin í land, verður farið í skrúðgongu við GHM á odda niðan í gamla [...] býráðsformaðurin, Jan Christiansen, tekur ímóti B36 leikarunum og fer at flyta fram røðu. Eisini fer formaðurin í B36, Kristian á Neystabø, at halda røðu.
rúmdarfari, søgdu teir, at hundurin livdi í fleiri dagar eftir útskjótingina, og at hann fekk ein stillisligan og pínuleysan deyða. Men í gjár visti BBC at siga frá russiskum keldum, at hundurin livdi bert [...] út í rúmdina. Dimitri Maleshenkov, professari segði við BBC í gjár, at eftirlitið misti alt samband við hundin sjey tímar eftir, at Sputnik-rúmdarfarið varð skotið út í rúmdina. [...] bert nakrar fáar tímar aftan á útskjótingina, og at hann doyði av hita og strongd. Søgan um rúmdarhundin Laika fór sum eldur um allan heimin í 1957, tí Laika var tann fyrsta livandi veran, sum varð send út
hitt, er ilt at vita. At viðgera (kritisera) eina sendirøð uttan at viðgera sendingarnar, er framhaldandi vána blaðetikkur. Og at leggja eftir einari heilari familju er so hermafroditkent, at tú øtast. [...] hvør navnleysi dimmimaðurin á baksíðu dimmu er (4.-9-02); men at fara eftir manninum og ikki eftir bóltinum, hevur vanliga verið hildið at vera vána blaðetikkur og undir mjadnunum. Um skuggamaðurin hevur
stjórnin ber ótta fyri, at amerikanskir ríkisborgarar kunnu verða drignir fyri rættin av politiskum orsøkum. USA legði stórt trýst á ST, sum endaði við, at trygdarráðið gjørdi av, at tað fyrsta árið skulu [...] til ikki at útflýggja altjóða krígsbrotsmannadómstólinum amerikanskar ríkisborgarar til rættarsókn. Frammanundan hava Ísrael og Rumenia gjørt tað sama. Amerikanska stjórnin hevur sýtt fyri at samstarva [...] Dómstólurin fór til arbeiðis tann 1. juli. Seinastu dagarnar hevur USA lagt trýst á ES-londini fyri at fáa tey at gera tað sama sum Ísrael, Rumenia og Eysturtimor.