Norðurlond vilja hava EM


 

Politisku leiðararnir í Danmark, Svøríki, Noreg og Finlandi kunngjørdu mánadagin, at teir stuðla eini felags norðurlendskari umsókn um at sleppa at hýsa Europameistaraskapinum í fótbólti í 2008.

Tey londini, sum vilja hýsa hesi kapping, skulu gera vart við seg innan mai mánað komandi ár. Í løtuni er greitt, at Norðurlond koma at kappast við Skotland, Ungarn, Eysturíki/Sveis og Grikkaland/Turkaland.

Verður tað, sum Norðurlond vilja, skal EM spælast í teimum fýra stóru Norðurlondunum.

Kunningarstjórin í danska fótbóltssambandinum segði á middegi mánadagin við Útvarpið, at Føroyar kunnu sleppa upp í part, tá tað snýr seg um ráðstevnur. Føroyar sleppa ikki at hýsa nøkrum av dystunum í endaspælinum.