Altjóða kredittmetingarfelagið Standard & Poor's heldur, at búskapurin í Norðurkorea er so illa fyri, at roknast kann við einum veruligum skrædli næsta ár.
Fær felagið rætt í metingini, fer tað at raka grannalandið Suðurkorea meint. John Chambers, sum er stjóri í Standard & Poor's, sigur við Reuters, at eitt búskaparskrædl í Norðurkorea kann fara at kosta Suðurkorea ein stóran part av landsins árligu bruttotjóðarframleiðslu. Úrslitið fyri suðurkoreanar verður tað sama, sjálvt um Norðurkorea skuldi gjørt av at slept kjarnorkusamráðingunum við USA og grannalondini, sigur John Chambers.
Hann sigur, at í so máta hava samráðingarnar lítlan og ongan týdning. Tað avgerandi er, um Norðurkorea sleppur sínari kjarnorkuvápnaverkætlan.