Ikki veit eg, hvør navnleysi dimmimaðurin á baksíðu dimmu er (4.-9-02); men at fara eftir manninum og ikki eftir bóltinum, hevur vanliga verið hildið at vera vána blaðetikkur og undir mjadnunum. Um skuggamaðurin hevur ilt millum stórutærnar og mjadnarnar, er stavitarnaður ella hitt, er ilt at vita.
At viðgera (kritisera) eina sendirøð uttan at viðgera sendingarnar, er framhaldandi vána blaðetikkur. Og at leggja eftir einari heilari familju er so hermafroditkent, at tú øtast.
Skuggamaður - eina heilsan skalt tú fáa frá mær:
?Mítt land hevur fostrað eitt ravnaslag, fegnast tað flýgur um nætur; sum havhestur sprænir lýsi, tað spýr eiturkynt, svíðandi hatur.?