Tá russar í 1957 sendu hundin Laika út í rúmdina í einum rúmdarfari, søgdu teir, at hundurin livdi í fleiri dagar eftir útskjótingina, og at hann fekk ein stillisligan og pínuleysan deyða.
Men í gjár visti BBC at siga frá russiskum keldum, at hundurin livdi bert nakrar fáar tímar aftan á útskjótingina, og at hann doyði av hita og strongd.
Søgan um rúmdarhundin Laika fór sum eldur um allan heimin í 1957, tí Laika var tann fyrsta livandi veran, sum varð send út í rúmdina. Dimitri Maleshenkov, professari segði við BBC í gjár, at eftirlitið misti alt samband við hundin sjey tímar eftir, at Sputnik-rúmdarfarið varð skotið út í rúmdina.