Dagin eftir at George Tenet fór úr stjórastarvinum í CIA, legði njósnarastjórin frá sær.
Í gjárkvøldið kunngjørdi ein ein stjóri í amerikonsku fregnartænastuni, at hann leggur frá sær.
Tað er James Pavitt, sum hevur havt ábyrgdina av njósnarunum hjá CIA. Amerikanskir talsmenn siga, at avgerð hansara at taka seg úr starvinum hevur ikki samband við avgerðina hjá George Tenet at gevast í stjórastarvinum.
Deildin hjá James Pavitt hevur verið fyri hvøssum atfinningum teir seinastu mánaðarnar. Tað var hon, sum hevði ábyrgdina av at savna upplýsingar um Irak. Men deildin hevur eisini verið fyri atfinningum í sambandi við yvirgangsatsóknirnar at USA 11. september í 2001.