Ferðsluskaðar ? eru ein fólkaheilsutrupulleiki

Í sambandi við Null-hugsjónina, sum upprunaliga er svensk, verður spurt um sviar høvdu góðtikið eina Estoniuvanlukku á hvørjum ári, ella at 3 flogfør duttu niður í fjølbygt øki hvørt ár.

 

FerÐslutrygd

Magnus Gunnarsson


Stremban okkara at náa Null-hugsjónini er at stremba eftir at loysa ein av verstu heilsutrupulleikum í fólki okkara. Null-hugsjónin er ein skilvís fylgja av ferðslutrygdarendamáli tjóðarinnar um, at tølini á teimum, ið doyggja ella verða álvarsliga skadd í ferðsluni, skulu lækka alsamt alla tíðina. Avleiðingin av hesum stevnumiði er tí tann, at, sum árini ganga, skal einaferð rísa tann dagur, at einki menniskja skal doyggja ella verða skatt í ferðsluni. Spurningurin er tí, á hvørjum øðrum øki vit høvdu góðtikið eina slíka mannalíðing, og hví vit góðkenna at so álvarsligar vanlukkur henda á vegum okkara.


Brot úr fyrilestri hjá Petur J. Sigvardsen, starvsnevndarformanni í RFF