Tóra Oluffa Stenberg Olsen vart ph.d. á Aalborg Universitet

Rættargenetikkur fevnir um at greina DNA-royndir frá brotsstøðum og samanbera tær við royndir frá teimum, ið eru undir illgruna fyri at hava framt brotsverkið, fyri at fáa greiðu á leikluti teirra í brotsverkinum.

Fríggjadagin 8. mai vardi Tóra Oluffa Stenberg Olsen ph.d.-ritgerð sína í støddfrøði á Aalborg Universitet.

 

Ritgerðin ber heitið: ”Statistical modelling of lineage marker data in forensic genetics", skrivar gransking.fo.

 

Í stuttum snýr ritgerðin seg um hagfrøðiliga myndlan av DNA dátum frá ættarmarkørum innan rættargenetik. Rættargenetikkur fevnir um at greina DNA-royndir frá brotsstøðum og samanbera tær við royndir frá teimum, ið eru undir illgruna fyri at hava framt brotsverkið, fyri at fáa greiðu á leikluti teirra í brotsverkinum. Á hendan hátt kann ein, ið er undir illgruna, verða útilokaður sum gevari av einum DNA-spori, um DNA-profilur hansara ikki samsvarar við DNA-prógvið frá brotsstaðnum. Men um DNA-profilurin hjá einum undir illgruna samsvarar við DNA-prógvið, skal vektin av samsvarinum ásetast, tí DNA-profilar hjá fleiri einstaklingum kunnu samsvara við sama DNA-prógvið.

 

Ritgerðin gevur nýggj innlit í nýtslu av dátugrunnum grundaðir á Y-kromosomið til at eyðmerkja møgulig brotsfólk í teimum førum, har eingin er undir illgruna, og veitir nýggjar tilgongdir og myndlar til at betra um ásetanina av vektini av einum samsvari millum DNA-profilar grundaðir á ávíkavist Y-kromosomið ella mitokondriu DNA.

 

Tóra hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur á Institut for Matematiske Fag, skrivar gransking.fo.

 

Mikkel Meyer Andersen, lektari, hevur verið høvuðsvegleiðari.

 

Í metingarnevndini vóru:

Anne Marie Svane, lektari á Aalborg Universitet, forfólk

Corina Benschop, ph.d., granskari á Netherlands Forensic Institute

Niels Richard Hansen, professari á Københavns Universitet 

 

Tóra heldur fram í post.doc. starvi á Aalborg Universitet.

 

Sí akademiskan vangan her