HB-málverjin úti

Bárður Johannesen, sum fyri stuttum fekk sín fyrsta skrásetta A-landsdyst, og soleiðis fekk at kalla endaliga góðkenning sum ein av allar bestu málverjunum í føroyskum fótbólti, noyðist nú at halda frí venjingunum í HB í nakrar vikur.
Hósdagin var hann somikið óheppin at traðka skeivt á fótin, og úrslitið gjørdist eitt brot í fótinum.
- Læknarnir siga, at talan er um eitt pent brot, og at steðgurin kanska bara verður tríggjar vikur, men tað eri ikki so vísur í ferð at halda. Men um so er, so havi eg kortini møguleika at gerast klárur, áðrenn landskappingin byrjar, sigur málverjin, sum sjálvsagt iðrar seg um hendingina.