Løgmaður verji hjá ítróttini

Tíðindaskriv

Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fekk mikudagin handaða gullnál Ítróttasambands Føroya


Tað er siðvenja, at løgmaður er verji hjá ítróttini. Ítróttasamband Føroya heitti herfyri á Jóannes Eidesgaard, løgmann, um at gerast verji hjá ítróttini.
Á lítlari samkomu í Tinganesi mikudagin takkaði Heðin Mortensen vegna Ítróttasamband Føroya løgmanni fyri, at hann vildi ganga umbønini á møti. Tað hevur stóran týdning fyri føroyska ítrótt her heima og í altjóða høpi, at Føroya Løgmaður er verji.
Ítróttasamband Føroya fegnast um, at Løgmaður vildi ganga umbønini á møti. Eingin ivi er í, at løgmaður við sínum royndum sum íðkandi m.a. úr Tvøroyrar Bóltfelag, skilir viðurskiftini hjá ítróttini og vil virka henni at frama.