Móttøka í Havn

Býráðið í Havn skipar fyri móttøka í gamla kommunuskúlagarðinum leygarkvøldið

 

Tað verða óivað nógv viðhaldsfólk hjá B36, sum leygardagin fara suður til Vágs at hyggja at landskappingardystinum millum VB og B36.

Tá ið Smyril kemur norðuraftur til Havnar, um hálvgum átta tíðina leygarkvøldið, verður skipað fyri móttøku at heiðra føroyameistarunum í 1. deild í fótbólti. Byrjað verður á havnaøkinum, har harmoniorkestrið GHM fer at spæla.

Eftir at leikarar og viðhaldsfólk eru komin í land, verður farið í skrúðgongu við GHM á odda niðan í gamla kommunuskúlagarðin, har býráðsformaðurin, Jan Christiansen, tekur ímóti B36 leikarunum og fer at flyta fram røðu. Eisini fer formaðurin í B36, Kristian á Neystabø, at halda røðu.