Myndugleikarnir í Eysturtimor hava slakað fyri amerikanskum trýsti og hava bundið seg til ikki at útflýggja altjóða krígsbrotsmannadómstólinum amerikanskar ríkisborgarar til rættarsókn. Frammanundan hava Ísrael og Rumenia gjørt tað sama.
Amerikanska stjórnin hevur sýtt fyri at samstarva við krígsbrotsmannadómstólin, tí stjórnin ber ótta fyri, at amerikanskir ríkisborgarar kunnu verða drignir fyri rættin av politiskum orsøkum. USA legði stórt trýst á ST, sum endaði við, at trygdarráðið gjørdi av, at tað fyrsta árið skulu eingir amerikanarar dragast fyri rættin í Haag. Dómstólurin fór til arbeiðis tann 1. juli.
Seinastu dagarnar hevur USA lagt trýst á ES-londini fyri at fáa tey at gera tað sama sum Ísrael, Rumenia og Eysturtimor.