tí, at hon fór at útbúgva seg til hundavenjara. -Nei, her er tað viljin, ið drývur verkið. Tað er í øllum førum ikki lønin, tí hon er ikki stór, flennur Jonna. Tað vísur seg, at Jonna dugur síni ting. [...] óvanan at leypa upp á fólk á hvølpaskeiði í Hoydølum. Í hesum døgum er hon í holtur við at útbúgva seg til hundavenjara, tí hennara stóri áhugi hevur altíð verið hundar. -Mær hevur altíð dámt sera væl hundar [...] Tískil valdi eg, at melda meg til eitt hundavenjaraskeið, ið eitt par frá Dansk kennel klub skipaði fyri á páskum í Føroyum í fjør. Vit vórðu eini 20 fólk á skeiðum, men vit eru einans eini 10 fólk, ið enn
ávirka leiting hjá okkum Hóast freistin at tekna seg til Oljuráðstevnuna í Norðurlandahúsinum týsdagin, var úti í farnu viku, so er enn møguleiki at tekna seg sigur ein av høvuðsfyrireikarunum, Esther Dahl [...] fara umboð fyri føroysku oljufeløgini, Wilhelm Petersen og Nils Sørensen og onnur oljurelaterað feløg at greiða frá. Haraftrat fáa vit so eisini høvi at hoyra, hvussu danir hava klárað seg sum veitarar [...] oljumálum, Bjarna Djurholm, týsmorgun kl. 9.40. Tað er Oljuvinnufelagið undir Vinnuhúsinum, sum skipar fyri hesi ráðstevnu, ið er vorðin ein fastur táttur á hvørjum ári og harvið eitt gott íkast til bæði o
fastir á botnsessinum, men nú røkist kanska fyri, at okkurt fer at broytast í so máta. Leygardagin høvdu teir torføran útidyst í Sumba, men tað skuldi vísa seg, at hetta als ikki var nakar ov stóru biti [...] veteranar á vøllin. Í fyrra hálvleiki rakk hetta eisini til eina 2-0 leiðslu, áðrenn René Thomsen stutt fyri hálvleik minkaði um munin, men hetta var tó ein stokkut gleði hjá heimaliðnum. Í seinna hálvleiki [...] á, og eftir 12 minuttum stóð 1-5, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. Hóast sigurin, so vann HB seg ikki av aftasta plássinum, nú øll hini botnliðini eisini vunnu sínar dystir, men tað bøtti í øllum
teir báðir vóru deyðir, men hedan frøin var ikki galdandi fyri allar irakar. Fleiri irakar søgdu við vesturlendsku tíðindastovurnar, at teir kendu seg framvegis ikki sannførdar um, at hetta veruliga vóru Uday [...] Klokkan sjey hóskvøldið settust irakar framman fyri sjónvarpsskíggjan at hyggja at nøkrum myndum av deyðu synum Saddams Hussein, sum amerikanska hervaldið hevði almannakunngjørt. Nakað aftaná hoyrdust [...] eygunum á nógvum irakum valdu teir báðir at stríðast ímóti hersetingarvaldinum heldur enn at geva seg yvir. Hetta kann gera teir til hetjur í eygunum á nógvum irakum og kann herða mótstøðuna ímóti ame
ár, at teir veruliga skulu gera um seg heilt uppi í gjøgn á stigatalvuni, men hóast vónirnar kanska vóru um hetta, so man tað í sjálvum sær ikki vera nøkur vanlukka fyri felagið, sum í fyrsta umført bert [...] bert hevði sett sær sum mál at stabilisera seg í deildini. Tí málinum hava teir eftir øllum at døma rokkið, og so er spurningurin, hvussu nógv liðið kann gera um seg seinasta triðingin av árinum. LÍF?AB 0-3 [...] tíðliga í dystinum fekk brotsspark, men hetta varð misnýtt, og so kom AB spakuliga ígongd. Og beint fyri steðgin var tað so miðvallarovastin á liðnum, Pætur Dam Jacobsen, sum kundi leggja AB á odda, og so
um skallan, men hann leggur afturat, at hann mátti manna seg upp at vita, hvat hetta var fyri nakað. Tá ið hann so kannaði tað nærri vísti tað seg tíbetur at vera eitt gjørt bein til onkran, sum hevur mist [...] ørindini hjá einum sandvíkingi, sum fór sær ein túr eftir sandinum nú ein dagin. Ikki tí, útlitini fyri at finna okkurt forvitnisligt skuldu avgjørt verið til staðar, nú tað hevur verið rættilig nógv eysturætt [...] í fyrstu syftu, tí nú mátti hann eisini vita um hann fann nakað, sum ?hoyrdi til?, sum hann málber seg. Men har var onki at finna og lættur um hjartað stevndi hann heimaftur.
tveir UEFA-Cup dystir fyri FC Midtjylland, og tað var nakað heilt serligt, og tí er luttøkan í Champions League hjá HB, ein av orsøkunum, eg havi valt at gera sáttmála við HB fyri komandi kappingarár, segði [...] From kemur eisini til Føroya at búgva, og tey skulu búleikast í Føroyum næsta árið. Hann sigur seg gleða seg til kappingarárið og til tilveruna í Føroyum. - Nú kenni eg av góðum grundum ikki støðið í Føroyum [...] Danmark, men valdi kortini at gera sáttmála við HB. - Eg havi hug at royna okkurt nýtt, og tá tað vísti seg at HB kom við einum tilboði, valdi eg at taka av, greiðir Carsten From frá. Ætlanin er, at nýggi H
leggur so stórt trýst á nevndina í Framtaksgrunninum, at hon kennir seg noydda at fara frá, tí at landsstýrismaðurin hevur lagt seg út í nevndarviðgerðina. Javnaðarflokkurin mótmælir harðliga, at land [...] Tjóðveldisflokkurin - stungu út í kortið í samgonguskjalinum fyri 4 árum síðani og tóku uppaftur í samtyktini um sjálvstýri Føroya fólks fyri einum ári síðani. Ynski er sett fram um at kalla Løgtingið saman [...] saman um hetta mál. Javnaðarflokkurin tekur undir við hesum, men hetta kann bert lata seg gera, um annar av stóru samgonguflokkunum eisini tekur undir við tí.
til at leggja seg upp á síðuna av Ørvi, sum kortini svaraði aftur og økti til eina bátslongd. Merkisvert var tað, at Argjabáturin hesa ferð ikki megnaði at halda Kvívíkingin aftanfyri seg. Ljósablái báturin [...] og í staðin fyri at flyta frá øðrum og fram á fremsta plássið, so duttu teir á Argjabátinum aftur á triðja plássið. Sjálvandi var tað ikki soleiðis, at teir høvdu ætlað, at tað skuldi laga seg á Jóansøkuni [...] tóktist sum um, at um teir høvdu havt verið meiri hóttir, so høvdu teir umborð á Ørvi verið førir fyri at sett uppaftur meiri á. Eingin skalaði Ørvin hesa ferð, og tað tykist ikki serliga sannlíkt, at
tá ið uppskotið kemur fyri nú. Løgmaður avvísti hesum, og hann sóknaðist eisini eftir, at flokkarnir vístu stevnu í spurninginum um privatiseringar, Serliga Fólkaflokkurin vísti seg at hava góðan hug á [...] lata Føroya Banka á privatar hendur. Tingmenn megnaðu heldur ikki at halda seg til evnið, og gamalt partapolitiskt stríð vísti seg javnan, tá tingmenn vitjaðu røðarapallin. Orðaskiftið staðfesti, at samgongan [...] avvísandi yvirfyri ætlanum hjá landsstýrinum. Framsøgumaðurin, Finnbogi Arge, var heitur fortalari fyri, at landsins fyritøkur fara á privatar hendur. Jenis av Rana úr Miðflokkinum helt, at talan var um