Klokkan sjey hóskvøldið settust irakar framman fyri sjónvarpsskíggjan at hyggja at nøkrum myndum av deyðu synum Saddams Hussein, sum amerikanska hervaldið hevði almannakunngjørt.
Nakað aftaná hoyrdust bilar floyta í gøtunum í Bagdad. Hetta vóru ivaleyst fólk, sum fegnaðust um, at teir báðir vóru deyðir, men hedan frøin var ikki galdandi fyri allar irakar. Fleiri irakar søgdu við vesturlendsku tíðindastovurnar, at teir kendu seg framvegis ikki sannførdar um, at hetta veruliga vóru Uday og Qusay.
Tíðindamaðurin hjá BBC í Bagdad, Paul Wood, sigur, at flestu irakar leggja einki í, hvat hendir Saddam Hussein ella synum hansara. Fólk vilja heldur hava vatn og streym, og so leingi hesi viðurskiftini ikki eru í lagi, minkar mótstøðan ímóti amerikonsku hermonnunum ikki.
Og tað kann væl henda, at myndirnar av Uday og Qusay fara at elva til harðari mótstøðu ímóti amerikanarunum. Summir eygleiðarar vísa á, at í eygunum á nógvum irakum valdu teir báðir at stríðast ímóti hersetingarvaldinum heldur enn at geva seg yvir. Hetta kann gera teir til hetjur í eygunum á nógvum irakum og kann herða mótstøðuna ímóti amerikanarunum, siga eygleiðararnir.
Arabiska blaðið Al-Quds Al-Arabi spyr, hví amerikanararnir ikki kringsettu húsini í Mosul og noyddu teir báðar at geva seg yvir. Eitt nú kundu hermenninir nýtt gass til at doyva teir, men ivaleyst var ætlanin alla tíðina at drepa teir, skrivar blaðið.