So bragdaði hjá AB

Eftir at leirvíkingar høvdu misnýtt gyltan møguleika, tóku gestirnir av Argjum av

2. deild

Tað hevur gingið heilt eftir vild hjá AB seinastu nógvu umførini. Nógvir skaðar og hartil hoyrandi frávera hava viðført, at liðið er dottið av einum lovandi sessi í oddinum niður móti strikuni, men leygardagin bragdaði so loksins, tá teir vitjaðu í Leirvík.
Tað var tó ikki nógv, sum bendi tann vegin, tá LÍF tíðliga í dystinum fekk brotsspark, men hetta varð misnýtt, og so kom AB spakuliga ígongd.
Og beint fyri steðgin var tað so miðvallarovastin á liðnum, Pætur Dam Jacobsen, sum kundi leggja AB á odda, og so gekk rætta vegin.
Eftir steðgin økti Hans Jørgen Djurhuus, og so kundi afturvendi Eyðun Samuelsen staðfesta 3-0 sigurin, sum eftir øllum at døma endaliga lyfti AB av botninum.
Argjamenn mugu tó ásanna, at tað so ikki verður í ár, at teir veruliga skulu gera um seg heilt uppi í gjøgn á stigatalvuni, men hóast vónirnar kanska vóru um hetta, so man tað í sjálvum sær ikki vera nøkur vanlukka fyri felagið, sum í fyrsta umført bert hevði sett sær sum mál at stabilisera seg í deildini. Tí málinum hava teir eftir øllum at døma rokkið, og so er spurningurin, hvussu nógv liðið kann gera um seg seinasta triðingin av árinum.

LÍF?AB 0-3 (0-1)
0-1: Pætur Dam Jacobsen
0-2: Hans Jørgen Djurhuus
0-3: Eyðun Samuelsen