2. deild
HB hevur størsta partin av árinum verið í sera tungum sjógvi, og seinastu vikurnar hava teir verið fastir á botnsessinum, men nú røkist kanska fyri, at okkurt fer at broytast í so máta.
Leygardagin høvdu teir torføran útidyst í Sumba, men tað skuldi vísa seg, at hetta als ikki var nakar ov stóru biti hjá HB, sum hevur styrkt nakað um liðið í endaspurtinum við at seta fleiri veteranar á vøllin.
Í fyrra hálvleiki rakk hetta eisini til eina 2-0 leiðslu, áðrenn René Thomsen stutt fyri hálvleik minkaði um munin, men hetta var tó ein stokkut gleði hjá heimaliðnum. Í seinna hálvleiki settu gestirnir nevnliga fulla ferð á, og eftir 12 minuttum stóð 1-5, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Hóast sigurin, so vann HB seg ikki av aftasta plássinum, nú øll hini botnliðini eisini vunnu sínar dystir, men tað bøtti í øllum førum um útgangsstøðið undan teimum báðum seinastu dystunum. Her skulu teir leygardagin taka ímóti ÍF, og tað kann væl vísa seg at gerast ein sera áhugaverdur dystur. Sumbingar fara tá vestur til Vágarnar, har teir neyvan skulu rokna við at taka frá oddaliðinum í deildini.
Sumba-HB 1-5
0-1: Gunnar Mohr
0-2: Heini Gaard
1-2: René Thomsen
1-3: Heini Gaard
1-4: Danny Rasmussen
1-5: Gunnar Mohr