Javnaðarflokkurin átalar framferðarháttin hjá Bjarna Djurholm

Tíðindaskriv frá Javnaðarflokkinum

Javnaðarflokkurin átalar harðliga framferðina hjá landsstýrismanninum í vinnumálum, har hann leggur so stórt trýst á nevndina í Framtaksgrunninum, at hon kennir seg noydda at fara frá, tí at landsstýrismaðurin hevur lagt seg út í nevndarviðgerðina.
Javnaðarflokkurin mótmælir harðliga, at landsstýrismaðurin vegna samgonguna - men kanska serliga vegna Fólkaflokkin - ger sær dælt av einum lagaligum høvi, nú Løgtingið er sent til hús, til at fremja ætlaninar um sundurliðing og privatisering av Fiskasøluni og Føroya Fiskavirking ? ætlanir, sum kunnu seta framtíðina hjá Fiskavirking, leiðslu og starvsfólki tess upp á spæl.
Javnaðarflokkurin vil ikki góðtaka hetta myrkaspælið hjá Fólkaflokkinum, har hann í óðum verkum í sjálvum valstríðnum roynir at trýsta ætlanir ígjøgnum, sum fyrst og fremst tæna privatpolitiskum áhugamálum, og sum skulu fáast fra hondini, meðan teir enn sita við valdinum.
Javnaðarflokkurin mótmælir, at Fólkaflokkurin nú í evstu løtu, har Løgtingið ongan møguleika hevur at koma til orðanna, roynir at seta tann politikkin í verk, sum samgonguflokkarnir - tvs. eisini Tjóðveldisflokkurin - stungu út í kortið í samgonguskjalinum fyri 4 árum síðani og tóku uppaftur í samtyktini um sjálvstýri Føroya fólks fyri einum ári síðani.
Ynski er sett fram um at kalla Løgtingið saman um hetta mál. Javnaðarflokkurin tekur undir við hesum, men hetta kann bert lata seg gera, um annar av stóru samgonguflokkunum eisini tekur undir við tí.