Fráfaringarløtan hjá Rosu Prestá

Í heili 25 ár hevur Rosa starvast sum leiðari á dagstovninum á Flatinum á Oyrarbakka.

 

Aftaná drúgva tænastu øll hesi árini hevur Rosa valt at gevast vegna aldur. Í hesum sambandi var almenn fráfaringarløta mikudagin, har Rosa segði nøkur orð og takkaði fyri tíðina. 

 

Borgarstjórin takkaði, vegna kommununa, Rosu fyri sera gott samstarv. Rosa hevur gjørt eitt megnar arbeiði og hevur lagt hjartað og sál í sína uppgávu. Rosa hevur víst umsorgan, tol og styrki, og er hon eisini sera arbeiðssom, álítandi, fyrikomandi og hjálpsom.

 

Eingin ivi er um, at tað verður stórur saknur í Rosu á dagstovninum á Flatinum. 

 

Vit ynskja Rosu og familjuni alt tað besta í komandi tíðum, skrivar sunda.fo, og har eru eisini fleiri myndir frá løtuni at síggja.