Norrøna fekk kúlubøku á kúlustevnið

Onkur heldur, at hetta er ein kúlubøka - og onkur annar, at hetta er ein avgustur

Tá Norrøna kom til Seyðisfjarðar á túrinum hesaferð, hekk ein stórhvalur - helst ein kúlubøka - uppi á kúlustevninum á skipinum.

 

Íslendska ríkisútvarpið - RUV - veit at siga, at fólk hjá havnarumsjónini á Seyðisfirði saman við manningini á skipinum fingu hvalin av aftur stevninum.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at onkur heldur, at hetta er ein kúlubøka - og onkur annar, at hetta er ein avgustur.

 

Sum skilst, rakti Norrøna hvalin á ferðini úr Føroyum, og í samrøðu við RUV sigur skiparin, at hetta hendi um 07-tíðina í morgun.

 

Eftir at hvalurin var endaður uppi á kúlustevninum, misti skipið nakað av ferðini.

 

Íslendska ríkisútvarpið leggur aftrat, at bæði bátur, gravmaskina og tog vórðu brúkt til at fáa hvalin av aftur stevninum á Norrønu.

 

##med2##