ÍF vann ársins størsta sigur

1. DEILD: Fyri triðju ferð á rað fóru fuglfirðingar av vøllinum við fullari úrtøku

Á middegi hevði ÍF vitjan av næstbesta liðnum hjá KÍ. Úrslitið var, at fuglfirðingar vunnu 4-0 eftir málleysan fyrra hálvleik. Hetta er størsti sigurin hjá ÍF í ár. ÍF hevur vunnið sjey dystir, spælt tveir javnar og tapt fimm dystir.

 

Hetta var triðja ferðin á rað, at ÍF fór av vøllinum við fullari úrtøku. ÍF er nú á fjórða plássi við 23 stigum. Dreymurin hjá ÍF er aftur at verða partur av bestu deildini, men í løtuni verður ikki roknað við tí møguleikanum. Tað eru sjey stig fram til næstfremsta plássið.

 

Á ÍF liðnum í dag vóru bara føroyskir spælarar. Tveir teirra – Rógvi Jacobsen og Olaf Karstenson Hansen – fluttu fyrr í ár úr KÍ og til ÍF.

 

Jákup Andrias Thomsen, sum fyri einum ári síðani flutti úr Víkingi og til ÍF, skoraði í 50. og 51. minutti. Hann hevur skorað trý mál í næstbestu deildini í ár.

 

Síðstu løtuna vóru tað tveir innskiftir fuglfirðingar, sum øktu um leiðsluna. Rúnar Cederius Johnsson økti um munin til 3-0. Uppleggið átti innskifti Jógvan á Lakjuni, sum í síðstu løtu staðfesti 4-0 heimasigurin. Rógvi Eyðbjørnsson Jacobsen átti uppleggið. Rúnar er ÍF toppskjútti við níggju málum, og 17 ára gamli Jógvan á Lakjuni hevur skorað tvey mál í ár.

 

KÍ er á sjeynda plássi við 16 stigum. Tað eru 12 stig aftur til niðurflytingarplássini.

 

Meðan tað fyrr í ár vóru nógvir útlendskir spælarar á KÍ liðnum, sum hevur liðið seinastu ferðirnar og aftur í dag verið mannað við spælarum, sum eru uppaldir í felagnum. Undantakið millum teir fyrstu ellivu í dag var Latif Ahmed og Milio L. Biilmann, sum varð skiftur inn beinanvegin í seinna hálvleiki. Veteranar á liðnum vóru Kristoffur Jakobsen og Heðin Klakstein, meðan hinir eru ungir spælarar.

 

Fríggjadagin fær KÍ vitjan av AB, og leygardagin fer ÍF at spæla í Runavík.