Eg havi fyri­reikað meg at fara úr hesum heimi

Eg havi fingið staðfest álvarsligu sjúkuna, ALS, og í mínum arbeiði í røktini veit eg, hvat tað er. Eg havi fyrireikað meg, og eg havi gjørt av, hvussu hetta skal verða, sigur Thordis Skaalum

 

Tað sigur Thordis Skaalum í Sørvági í samrøðu við Sosialin. Hana kenna vit millum annað sum kvinnuna, ið eigur hugskotið og síðan 2012 hevur verið primusmotorur aftan fyri Sørvágs Country & Bluesfestival.

 

Tey, sum kenna Thordis Skaalum - og tey eru mong – vita eisini, at heilsan hjá henni er farin at bila, og nú Sørvágs Country & Bluesfestivalur aftur var í Sørvági, noyddist hon at sita við vindeygað og hyggja niður yvir stóru fjøldina av fólki. Men, hesar dagarnar hevði hon eisini nógv fólk á gátt í hugnaliga heimi sínum.

 

– Eg búgvi beint niðan fyri økið á Stakka, og eg síggi niðan á stationera pallin úr fleiri vindeygum. Sera hugnaliga økið á Stakka og pallurin standa næstan í túninum hjá mær.

 

Thordis sigur, at hon hevur fingið staðfest álvarsligu sjúkuna, ALS, og hon veit, hvat tað er, tí í sínum mongu árum í røktini hevur hon verið um ikki færri enn trý fólk, sum høvdu ALS.

 

- Tá segði eg við meg sjálva, at bara eg ikki fái ALS, sigur hon álvarsom henda dagin, vit hitta hana í Sørvági.

 

Hon sigur, at tað eru eini tvey ár síðan, at tað fór at bila við heilsuni, og seinni hevur hon fingið staðfest álvarsligu sjúkuna.

 

- Eg veit ikki, um eg upplivi ein nýggjan festival í Sørvági, tí eg havi tað ikki gott. Eg fái ikki flutt meg, og eg noyðist at sova her í stovuni hjá mær.

 

Thordis hevur altíð verið sera virkin, og tað var tann tíð, tá hon hevði fleiri arbeiðir í senn.

 

- Eg havi fyrireikað meg til at fara úr hesum heimi, og eg havi gjørt av, hvussu hetta skal verða. Sangirnar havi eg valt, og eg havi eisini sagt, at tað skulu bara verða kvinnur, sum skulu syngja við jarðarferðina, sigur hon millum annað í samrøðu við Sosialin.

 

Sosialurin fæst í leysasølu kring landið – og haldara kunnu eisini lesa blaðið á sos.fo