Fekk bót fyri at koyra um reytt ljós

Og ein bilur fór út av vegnum í Kollfjarðadali

Ein bilførari fekk í gjár klipp í koyrikortið fyri at koyra um reytt ljós. Tað var í ljóskurvunum á vegamótinum við Marknagilsvegin og Havnarvegin, at ein bilur koyrdi um reytt ljós. Løgreglan fekk fatur á viðkomandi, sum fær bót fyri tað eins og klipp í koyrikortið, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun.

Í Kollafirði var eitt ferðsluóhapp á vegastrekkinum millum rundkoyringina og Effostøðina. Talan var um tað, sum løgreglan kallar eitt solo-óhapp, sum merkir, at bara ein bilur var uppi í óhappinum. Bilurin fór út av vegnum og endaði á liðini. Fólkin sluppu úr bilinum uttan skaða at síggja til.

Blóðroynd varð tikin av bilføraranum, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini, men greitt var ikki, um tað var av rutinu, ella tað var tí at illgruni var um rúsdrekkakoyring.