Tey eru ikki samd um, at Heilsuskúlin liggur best í Suðuroy, tingfólkini hjá Tjóðveldi bæði, Dennis Holm og Liljan Weihe.
Í lesarabrævi í gjár vísti Liljan Weihe á, at tað er ein trupulleiki, at skúlin liggur í Suðuroy. Vit fáa stutt og greitt ikki útbúgvið nóg nógv fólk til heilsuøkið, tí at skúlin liggur í Suðuroyar, sigur hon.
– Tað tykist sum, at útjaðaramenning í hesum førinum hevur hægri raðfesting enn vælferð og tryggleiki hjá okkara eldru borgarum (og øllum teirra avvarðandi). Tað er ikki í lagi. Vit kunnu ikki lata eldraøkið í øllum Føroyum hokna, tí at útjaðaramenning varð brúkt sum grundgeving at staðseta ein skúla í Suðuroynni fyri 25 árum síðani. Tað hevur alt ov stórar avleiðingar fyri alt ov nógvar føroyingar, sigur Liljan Weihe.
Lesið eisini. Útbúgving ella útjaðaramenning
Dennis Holm, tingmaður fyri Tjóðveldi úr Vági er als ikki samdur. m
Hann greiðir frá, hvussu stórur partur av útbúgvingini kann takast heimaífrá sum fjarlestur, og tí er staðsetingini sambært honum ikki ein avbjóðing.
– Summi leggjast eftir staðsetingini av Heilsuskúlanum og peika á staðsetingini sum trupulleikan.
– Men vit eru eisini nøkur, sum brúka tíð og orku uppá at arbeiða við loysnum – eisini loysnum á avbjóðingini við at fáa fleiri at nema sær útbúgving sum heilsuhjálparar og heilsurøktarar, skrivar Dennis Holm.
Hann sigur, at Tjóðveldið garantur fyri menning kring alt landið.
– Øll tey 30-35 árini eg havi verið virkin í Tjóðveldi, hevur ein týðandi partur av politikkinum hjá flokkinum snúð seg um at skapa menning kring landið alt. – Hevur snúð seg um at skapa best gjørligu karmar og møguleikar hjá fólki at liva, virka og arbeiða kring alt landið.
Lesið eisini: Heilsuskúlin verður styrktur og verður verandi í Suðuroynni!
– Økismenning og útjaðaramenning eru hjartabørn hjá Tjóðveldi. Tað var eisini Tjóðveldi, við Torbjørn Jacobsen, sum landsstýrismanni, sum legði Heilsuskúlan í Suðuroynni – og Heilsuskúlin verður sjálvandi ikki fluttur, skrivar Dennis Holm, løgtingsmaður hjá Tjóðveldi.











