Eingin skalar Ørvin

Hesa ferð eydnaðist tað Kvívíkinginum at leggja Argjabátin afturum seg í kappingini um næstfremsta plássið

Munurin aftur til kappingarneytarnar var ikki so stórur á málinum, sum hann hevur verið í onkrari av hinum kappingunum. Men tað var eingin ivi um, hvør fór at vinna. Ørvur var eina bátslongd frammanfyri tann næsta á mál, og tað tóktist sum um, at um teir høvdu havt verið meiri hóttir, so høvdu teir umborð á Ørvi verið førir fyri at sett uppaftur meiri á.
Eingin skalaði Ørvin hesa ferð, og tað tykist ikki serliga sannlíkt, at nakar fer at skala honum í næstu kappingunum. Eftir tættan start, har Ørvur, Kvívíkingur og Argjabáturin á fyrsta teininum høvdu fylgst lið um lið, so sigldi Ørvur frá hinum. Á 1000 metra málinum var hann hálva bátslongd frammanfyri hinar. Tá ið hálvt málið var rógvið, hevði Kvívíkingurin hug til at leggja seg upp á síðuna av Ørvi, sum kortini svaraði aftur og økti til eina bátslongd.
Merkisvert var tað, at Argjabáturin hesa ferð ikki megnaði at halda Kvívíkingin aftanfyri seg. Ljósablái báturin fylgdi væl við, meðan reyði Argjabáturin ikki megnaði at varðveita sína støðu frá undanfarnu kappingunum. Sjálvt um teir tóktust toga nógv í árarnar, so munaði tað ikki, sum tað plagar og í staðin fyri at flyta frá øðrum og fram á fremsta plássið, so duttu teir á Argjabátinum aftur á triðja plássið. Sjálvandi var tað ikki soleiðis, at teir høvdu ætlað, at tað skuldi laga seg á Jóansøkuni.