Spennandi oljuráðstevna í morgin

Spennandi ráðstevna um føroyska oljuframtíð - um hvussu gekst hjá Statoil, hvussu fer at hilnast hjá BP og hvussu fer Rosebank hinumegin markið at ávirka leiting hjá okkum Hóast freistin at tekna seg til Oljuráðstevnuna í Norðurlandahúsinum týsdagin, var úti í farnu viku, so er enn møguleiki at tekna seg sigur ein av høvuðsfyrireikarunum, Esther Dahl í Vinnuhúsinum. Hon heldur sjálv, at innihaldið á ráðstevnuni og bæði fjølbroytt og viðkomandi. -Vit taka aftur í aftur áhugaverdu boringina hjá Statoil seinasta heyst, við Garreth Allinson og vit fáa eitt betri innlit í komandi boringina hjá BP, onathan Truemann. Høvi verður so eisini at frætta um komandi 3. útbjóðing á landgrunninum við Hera Ziska.Eisini fara umboð fyri føroysku oljufeløgini, Wilhelm Petersen og Nils Sørensen og onnur oljurelaterað feløg at greiða frá. Haraftrat fáa vit so eisini høvi at hoyra, hvussu danir hava klárað seg sum veitarar til teirra oljuvinnu, Kai B. Olsen frá Danish Offshore Industry. Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum, sum hevur fylgt oljutilgondini seinastu mongu árini fer eisini at greiða frá sigur Esther Dahl, sum væntar sær eina góða ráðstevnu. Ráðstevnan verður sett av landsstýrismanninum í oljumálum, Bjarna Djurholm, týsmorgun kl. 9.40. Tað er Oljuvinnufelagið undir Vinnuhúsinum, sum skipar fyri hesi ráðstevnu, ið er vorðin ein fastur táttur á hvørjum ári og harvið eitt gott íkast til bæði orðaskiftið og upplýsingina rundan um eina framtíðar føroyska oljuvinnu.