Lítið ítøkiligt orðaskifti

Tingmenn høvdu ikki nógv nýtt at siga, tá løgtingið hevði aðalorðaskifti um privatiseringar.



Politikkur

Týsdagin hevði tingið aðalorðaskifti allan dagin um privatiseringar.
Fleiri tingmenn tó orðið, men orðaskifti var merkt av at vera lítið ítøkiligt.
Løgmaður hevði frammanundan orðaskifti givið tingmonnum eina frágreiðing, sum var grundað eina aðra frágreiðing - nevniliga frágreiðing um at einskilja fyritøkur landsins. '
Fleiri tingmenn nýttu eisini høvi til at viðmerkja, at val er í hondum, og hetta nokk hevði okkurt við sakina at gera, tá ið uppskotið kemur fyri nú.
Løgmaður avvísti hesum, og hann sóknaðist eisini eftir, at flokkarnir vístu stevnu í spurninginum um privatiseringar,
Serliga Fólkaflokkurin vísti seg at hava góðan hug á pirvatiseringum. Andstøðuflokkar vóru allir sum ein avvísandi yvirfyri ætlanum hjá landsstýrinum. Framsøgumaðurin, Finnbogi Arge, var heitur fortalari fyri, at landsins fyritøkur fara á privatar hendur.
Jenis av Rana úr Miðflokkinum helt, at talan var um ein sjónleik ella eina parodi, tí val verður í næstum. Hann kendi tey eisini sum um, at samgonganm hevði lyndi til at gloyma kreppuárini.
Javnaðarflokkurin vísti sum áður á stórar vansar við at privatisera. Serliga Føroya Banki lá í buktini har. Sum heild vóru eisini nógvir tingmenn, sum ikki sóu nakað kløgt í at lata Føroya Banka á privatar hendur.
Tingmenn megnaðu heldur ikki at halda seg til evnið, og gamalt partapolitiskt stríð vísti seg javnan, tá tingmenn vitjaðu røðarapallin.
Orðaskiftið staðfesti, at samgongan stendur rættiliga langt frá andstøðuni.
Lagnan hjá ætlaðu privatiseringunum er enn óviss.