Mangt undarligt kann reka á land

Nú um dagarnar varð ein sandvíkingur heitur um skallan, tá ið hann fann ein løgnan reka á sandinum í Sandvík

Reki



Nú eru tað ikki so mong, sum leita eftir reka longur, tí nú á døgum hevur tað ikki sama týdning sum fyrr, tað sum kundi reka á land eftir pálandsvind.
At leita eftir reka vóru heldur ikki beinleiðis ørindini hjá einum sandvíkingi, sum fór sær ein túr eftir sandinum nú ein dagin.
Ikki tí, útlitini fyri at finna okkurt forvitnisligt skuldu avgjørt verið til staðar, nú tað hevur verið rættilig nógv eysturætt og hann hevur hevur ligið tráður inn ígjøgnum fjørðin við rættiliga nógvum vindi í fleiri vikur.
Og snýttur varð hann so sanniliga ikki, tí tað, sum hann fann, man vera av sjáldsamastr rekum, sum eru funnir her á landi.
Sum hann gekk í øðrum tonkum sá hann brádliga eitt bein stinga upp úr sandinum. Hetta var eitt konufólkabein í brúnum svartaskógvi við væl bundnari lissu og nylonsokki.
Sandvíkingurin viðgongur, at tá ornaði hann um skallan, men hann leggur afturat, at hann mátti manna seg upp at vita, hvat hetta var fyri nakað.
Tá ið hann so kannaði tað nærri vísti tað seg tíbetur at vera eitt gjørt bein til onkran, sum hevur mist beinið.
Men tað gjørdi ikki støðuna frægari í fyrstu syftu, tí nú mátti hann eisini vita um hann fann nakað, sum ?hoyrdi til?, sum hann málber seg. Men har var onki at finna og lættur um hjartað stevndi hann heimaftur.