Ungur hundavenjari

Jonna Jensen úr Tórshavn er einans 23 ára gomul, men hon er nú væl á veg til at venja seg til hundavenjara

-Um hundurin leypur upp á teg, so skalt tú venda tær við. Orðini eigur 23 ára gamla Jonna Jensen úr Havn. Hon er í ferð við at hjálpa einum hundaeigara at venja hvølp sín av við óvanan at leypa upp á fólk á hvølpaskeiði í Hoydølum.
Í hesum døgum er hon í holtur við at útbúgva seg til hundavenjara, tí hennara stóri áhugi hevur altíð verið hundar.
-Mær hevur altíð dámt sera væl hundar. Tískil valdi eg, at melda meg til eitt hundavenjaraskeið, ið eitt par frá Dansk kennel klub skipaði fyri á páskum í Føroyum í fjør. Vit vórðu eini 20 fólk á skeiðum, men vit eru einans eini 10 fólk, ið enn hanga í. Vit eru enn á byrjanarstøði, men heilt skjótt, so verða vit útbúnir hundavenjarar, sigur Jonna.

Ikki eitt mótarák
Ì hesum døgum er tað ikki sørt eitt mótarák at fáa fólk at venja hundar. Fleiri sjónvarpssendingar eru um evnið, men Jonna metur ikki, at tað er tí, at hon fór at útbúgva seg til hundavenjara.
-Nei, her er tað viljin, ið drývur verkið. Tað er í øllum førum ikki lønin, tí hon er ikki stór, flennur Jonna.
Tað vísur seg, at Jonna dugur síni ting. Óargaligi hvølpurin, ið fyri løtu síðani hoppaði upp á øll fólk hann sá, situr nú fittur og friðarligur og bíðar eftir at fáa sín góðbita.