Tá russar í 1957 sendu hundin Laika út í rúmdina í einum rúmdarfari, søgdu teir, at hundurin livdi í fleiri dagar eftir útskjótingina, og at hann fekk ein stillisligan og pínuleysan deyða. Men í gjár visti [...] rúmdarhundin Laika fór sum eldur um allan heimin í 1957, tí Laika var tann fyrsta livandi veran, sum varð send út í rúmdina. Dimitri Maleshenkov, professari segði við BBC í gjár, at eftirlitið misti alt [...] alt samband við hundin sjey tímar eftir, at Sputnik-rúmdarfarið varð skotið út í rúmdina.
Í kvøld kom eldur í eina ferju, júst tá skipið var á leiðini undir sonevnda Prædikustólinum, eystan fyri Stavanger í Noregi. Øll tey ferðandi og manningin eru bjargað av skipinum. Sambært norsku løgregluni [...] ovurhitaðir. Tá eldurin festi í, sendi skipið út neyðarkall, og norska løgreglan fekk boðini nakað eftir klokkan 20 í kvøld. - Øll tey ferðandi eru flutt av skipinum í bátum, sum vóru í økinum. Tá ferðafólkini [...] ikki undir eftirliti. Ein onnur ferja sleipar nú eldherjaðu ferjuna út úr fjørðinum. Skipið er bygt í 1978, er 65 metrar langt, tekur 146 fólk og 50 persónbilar.
var í juli mánaði í fjør, at Heine Fernandez varð tikin eftir ferðsluóhapp, har hann millum annað hevði koyrt á nakrar blomsturkassar, eitt el-skáp og gjøgnum ein hekk, áðrenn eldur at enda kom í biln [...] Ekstra Blaðið skrivar, at Fernandez í gjár møtti í rættinum, men at hann ikki vil gera viðmerkingar til hendingina. Ákærin hevur kravt, at fyrrverandi málrevurin í donskum – og eitt stutt skifti eisini [...] at hann hartil skal inn at sita. Fernandez var venjari hjá HB, tá teir í 2004 vunnu føroysku greipuna. Hann var eisini venjari í 2005, men varð uppsagdur nakað eftir summarsteðgin.
var um eina venjing, ið varð fyriskipað í samráði við allar avvarðandi myndugleikar. Í hesum sambandi hevur verið eitt ávíst virksemi kring skipið nú fyrrapartin. Í venjingini ringdi ein ónevndur persónur [...] Norrønu og boðaði frá, at ein bumba var umborð, stutt eftir kyknaði eldur á dekkunum 2, 5 og 7. Venjingin skal tryggja, at mannagongdir í sambandi við kreppustøðu á Norrønu virka sum ætlað. Harumframt skulu [...] myndugleikar gjøgnum venjingina og eftirmetingina kunnu betra um mannagongdirnar. Eftirmetingin verður í komandi viku.
stúra fyri, at talið av løstaðum í russiska álopinum í nátt fer at veksa. Guvernørurin í Zaporizjzja-regiónini, Ivan Fedorov, sigur, at loftávaring er í allari regiónini í nátt, og hann heitir á íbúgvarnar [...] Í nátt hava russar lopið á ein íbúðarbygning í næst størsta býnum í Ukraina, Kharkv, sum ikki liggur langt úr markinum til Russlands. Á Telegram skrivar leiðarin fyri hernaðarumsitingina í Kharkiv-regiónini [...] Synjehubov, at í minsta lagi 22 fólk hava fingið løstir í álopinum á býin. Hann leggur aftrat, at tað vóru russiskar dronur, sum raktu íbúðarbygningin, og álopið hevði við sær, at eldur kom í bygningin. Oleh
veksa út á dagin. Í Lima vóru ristingarnar so ógvusligar, at fólk tustu ræðslusligin út á gøtuna, og tað bøtti ikki um støðuna, at streymveitingin slitnaði. Í einum stórhandli kom eldur í, og fleiri hús rapaðu [...] heilt upp á 7,9 í nátt, tá ein jaðskjálvti skakaði stórar partar av Peru. Hóast miðdepilin í skjálvtanum var 145 kilometrar frá høvuðsstaðnum Lima, vístu tey jarðfrøðiligu mátitólini í býnum 5,9, og skjálvtin [...] skjálvtin er eisini tann harðasti í Peru tey seinastu 50 árini. Á middegi í dag søgdu myndugleikarnir, at 72 fólk vóru funnin deyð, og um leið 680 høvdu fingið skaða. Samstundis søgdu embætismenn, at
gjøgnum støðina, sum fevnir um eitt stórt øki, men eingin eldur var at síggja nakrastaðni. Søgur gingu um, at fleiri falskir alarmar vóru í býnum í gjár, orsaka av at toran hevði sligið niður. Vakthavandi [...] Portal.fo skrivaði í gjár, at brandalarmurin á Sornfelli var farin frá. Sambært Portalinum sendi sløkkiliðið beinanvegin fólk á staðið. Við in.fo sigur sløkkiliðið í morgun, at har var einki at finna. [...] i á brandstøðini sigur, at so er kortini ikki. - Vit vóru ikki úti til fleiri falskar alarmar í gjár, segði vakthavandi á løgreglustøðini.
Eldur er í morgun kyknaður í eini sethús, ið standa við síðuna á Skúlatrøð í Klaksvík. Sum in.fo skilur, so kyknaði eldurin í húsinum fyri umleið einum hálvum tíma síðan, og at sløkkiliðið er komið á staðið [...] og at eingin vandi er á ferð. - Sum er, so eru næmingarnir í skúlanum. Næmingarnir, ið hava tímar í stovum, ið venda móti húsunum, eru fluttir í aðrar stovur. Her er eingin vandi á ferð og næmingarnir eru
útrykningur á Strondum og út á Raktanga, har eldur var í eini gamlari krútgoymslu. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at teimum kunnugt er einki krút í goymsluni longur, men neyðugt er at taka tey [...] sum í hesum førinum, fer eitt heilt lið á staðið, og tá kann tað síggja eitt sindur ógvusligt út. Nógv blunkandi ljós eru at síggja á Raktanga í løtuni, men sambært vakthavandi á løgreglustøðini í Havn [...] einki, sum bendir á, at nakar vandi er á ferð. Portalurin fer at fylgja við, hvat hendir á Raktanga í kvøld.
Eldur kom í nátt í Puk Recording Studios, sum liggur í Gjerlev norðan fyri Randers. Ekstrablaðið skrivar, at fráboðanin um eldin kom nakað fyri klokkan fimm í morgun, og at sløkkiliðsfólk brúktu fleiri [...] heimskent, og í 1980’unum innspældu nógvir heimskendir tónleikarar tónleik har – eitt nú Elton John, George Michael, Depeche Mode og Judas Priest. Fremstu donsku tónleikararnir brúktu eisini Puk Studio í 80’unum