Eldur kom í nátt í Puk Recording Studios, sum liggur í Gjerlev norðan fyri Randers.
Ekstrablaðið skrivar, at fráboðanin um eldin kom nakað fyri klokkan fimm í morgun, og at sløkkiliðsfólk brúktu fleiri tímar um at sløkkja stóra eldin. Stórur skaði er av eldinum.
Enn er ikki greitt, hvør orsøkin er til eldsbrunan.
##med2##
Puk Studio, sum var á einum garði, var heimskent, og í 1980’unum innspældu nógvir heimskendir tónleikarar tónleik har – eitt nú Elton John, George Michael, Depeche Mode og Judas Priest. Fremstu donsku tónleikararnir brúktu eisini Puk Studio í 80’unum og 90’unum, og onkrir føroyskir tónleikarar hava eisini gjørt upptøkur har.
Puk Studio var ikki brúkt til ljóðupptøkur longur.
##med3##