Í minsta lagi 22 fólk eru særd í Kharkiv í nátt

Loftávaring er eisini í allari Zaporizjzja-regiónini, og heitt verður á íbúgvarnar um at søkja sær skjól

Í nátt hava russar lopið á ein íbúðarbygning í næst størsta býnum í Ukraina, Kharkv, sum ikki liggur langt úr markinum til Russlands.

 

Á Telegram skrivar leiðarin fyri hernaðarumsitingina í Kharkiv-regiónini, Oleh Synjehubov, at í minsta lagi 22 fólk hava fingið løstir í álopinum á býin.

 

Hann leggur aftrat, at tað vóru russiskar dronur, sum raktu íbúðarbygningin, og álopið hevði við sær, at eldur kom í bygningin.

 

Oleh Synjehubov, sum er maðurin á myndini omanfyri, sigur seg stúra fyri, at talið av løstaðum í russiska álopinum í nátt fer at veksa. 

 

Guvernørurin í Zaporizjzja-regiónini, Ivan Fedorov, sigur, at loftávaring er í allari regiónini í nátt, og hann heitir á íbúgvarnar um at søkja sær skjól.