Nýggjur graslíkisvøllur

Nýggjur graslíkisvøllurin er nú sýnaður og handaður Fuglafjarðar kommunu

 

Harley Joensen, tekniskur leiðari, Lassin Isaksen, FSF, Dávur Juul, borgarstjóri og Birgir Andreasen, Føroya Møblasøla

Týsdagin hin 25. august varð nýggi graslíkisvøllurin frá Føroya Møblasølu sýnaður av FSF og avhendaður til Fuglafjarðar kommunu.

 

Graslíkisvøllurin hevur fyllu av sandi og korki.

 

- Aftrat nýggja teppinum, eru ymiskar ábøtur gjørdar á vøllin, eitt nú málgoymsla og hóskandi trygdargeiri uttanfyri síðu- og baklinjur.

 

Í Fuglafjarðar kommunu siga tey, at arbeiðið er gjørt av áleggingartoymi frá Føroya Møblasølu, EM-Asfalt, Voyt, Form, BE-smíð og sjálvbodnum úr ÍF.

 

- Arbeiðið er samskipað av kommununi saman við Leif André Eliasen hjá ÍF, verður lagt aftrat.

 

##med2##

 

 

 

Harley Joensen, tekniskur leiðari, Lassin Isaksen, FSF, Dávur Juul, borgarstjóri og Birgir Andreasen, Føroya Møblasøla

Üllar Paju, verkætlanarleiðari fyri áleggingina og Lassin Isaksen, FSF