Harðasti skjálvtin í 50 ár

Jarðskjálvtin, sum var í Peru síðstu nátt, var ikki bara harður, men eisini drúgvur

Mátitólini hjá amerikanska jarðfrøðistovninum fóru heilt upp á 7,9 í nátt, tá ein jaðskjálvti skakaði stórar partar av Peru. Hóast mið­depilin í skjálvtanum var 145 kilometrar frá høvuðs­staðnum Lima, vístu tey jarðfrøðiligu mátitólini í býnum 5,9, og skjálvtin er eisini tann harðasti í Peru tey seinastu 50 árini.

Á middegi í dag søgdu myndugleikarnir, at 72 fólk vóru funnin deyð, og um leið 680 høvdu fingið skaða. Samstundis søgdu em­bætismenn, at talið á deyðum fór helst at veksa út á dagin.

Í Lima vóru ristingarnar so ógvusligar, at fólk tustu ræðslusligin út á gøtuna, og tað bøtti ikki um støðuna, at streymveitingin slitnaði. Í einum stórhandli kom eldur í, og fleiri hús rapaðu, tá nakrir eftirskjálvtar komu.