Eldur í gamlari krútgoymslu

Fyri løtu síðan var stórur útrykningur á Strondum og út á Raktanga, har eldur var í eini gamlari krútgoymslu. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at teimum kunnugt er einki krút í goymsluni longur, men neyðugt er at taka tey fyrivarni, ið eiga at verða tikin, tá slíkar fráboðanir koma.

- Tað er soleiðis, at tá fráboðanir koma um eld, sum í hesum førinum, fer eitt heilt lið á staðið, og tá kann tað síggja eitt sindur ógvusligt út.

Nógv blunkandi ljós eru at síggja á Raktanga í løtuni, men sambært vakthavandi á løgreglustøðini í Havn, er einki, sum bendir á, at nakar vandi er á ferð.

Portalurin fer at fylgja við, hvat hendir á Raktanga í kvøld.