Skúlastjóri: Eingin vandi á ferð

Eldur er í morgun kyknaður í eini sethús, ið standa við síðuna á Skúlatrøð í Klaksvík. Sum in.fo skilur, so kyknaði eldurin í húsinum fyri umleið einum hálvum tíma síðan, og at sløkkiliðið er komið á staðið at sløkkja eldin.


Hóast húsini standa rættiliga nær skúlan, so upplýsir Vagn Foldbo, at skúlagongdin heldur fram sum vanligt, og at eingin vandi er á ferð.


- Sum er, so eru næmingarnir í skúlanum. Næmingarnir, ið hava tímar í stovum, ið venda móti húsunum, eru fluttir í aðrar stovur. Her er eingin vandi á ferð og næmingarnir eru tryggir. Tað einasta sum er, er at tað luktar eitt sindur av brendaroyki inni, sigur Vagn Foldbo.