Tað er Fía Selma Nielsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, sum hevur sett Beini Johannesen, løgmanni, ein grein 52a fyrispurning um herda revsing fyri brotsverk ímóti børnum.
Tingkvinna hevur sett løgmanni hesar tríggjar spurningar:
1. Hevur landsstýrið nakrar ætlanir um at herða revsingina fyri lógarbrot, sum snúgva seg um at gera seg inn á børn?
2. Metir løgmaður, at tað ber til at meta lógarbrot ímóti børnum í einum lítlum samfelagi sum størri brot, sum skulu revsast harðari enn í størri samfeløgum?
3. Um so er, at løgmaður ætlar at arbeiða fram ímóti at herða revsingina, hvat er so hugsanin at gera?
Í viðmerking til fyrispurningin vísir tingkvinnan á, at revsiramman í málum, sum snúgva seg um at gera seg inn á børn, so sum barnaporno, neyðtøku, grooming, samlegu við barn undir 15 ár, blúnisbrot, avnoyðslu/hóttanum (sextortion), myndatøku uttan loyvi og siðamisbrotum, kann ikki sigast at vera serliga høg.
– Fyrningarfreistir verða ásettar í mun til revsirammuna, og av tí, at revsiramman fyri t. d. barnaporno er so lin, fyrnast hesi málini skjótari enn onnur lógarbrot, sigur hon.
– Tá tað hinvegin snýr seg um lógarbrot í sambandi við rúsevni, verða dómarnir í Føroyum herdir munandi í mun til dómar í samsvarandi málum í Danmark, tí mett verður, at rúsandi evni hava størri og skaðiligari ávirkan á eitt lítið samfelag, sigur tingkvinnan.
– Tá fólk gera seg inn á børn í Føroyum, er ofrið enn meira útsett, tí samfelagið er so lítið, og vitanin um eitt offur hongur ofta við í samfelagnum restina av lívinum, sigur Fía Selma Nielsen, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin.
Løgmaður hevur tvær vikur at svara spurningunum.










