Skotland tapti 0-1 fyri Marokko í dysti í innleiðandi HM-bólki C, ið var leiktur á Gillette leikvøllinum í Foxborough.
Aftaná bert 70 sekundirs spæl legði Ismael Saibari Marokko á odda 1-0 við einum dundurhøggi.
Í seinna hálvleiki hildu skotar, at bæði John McGinn og Scott McTominay vóru feldir í brotsteiginum, og brotsspark skuldi verið dømt til Skotland, men dómarin lat ikki við seg koma.
Marokko hevur fýra stig, meðan Skotland hevur trý stig. Um Brasil ger sína skyldu og vinnur á Haiti, so hava teir eisini fýra stig, og Haiti verður aftast við ongum stigi.
Skotland-Marokko 0-1 (0-1)
0-1 Ismael Saibari ('2 )
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Skotland og Marokko.
-------------
HER ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.










