Maðurin er undir illgruna fyri at hava framt ógvusligan persónskriminalitet í Svøríki. Løgreglan hevur eftir áheitan frá svensku løgregluni handtikið mannin, sum var í Føroyum, her hann búði privat. Hann hevði verið her í nakrar dagar. Kriminalitetin, sum hann er mistonktur fyri at hava framt, skal hann hava framt í Svøríki í síðsta mánaði.
Maðurin var í Føroya Rætti í gjár varðhaldsfongslaður í sjey dagar.
Síðani skal ein formlig áheitan koma úr Svøríki umvegis danska ríkisadvokatin um at fáa mannin útflýggjaðan til Svøríkis.
Tá tað er greitt, so fara annaðhvørt føroysk løgreglufólk við honum, ella koma løgreglufólk úr Svøríki eftir honum.
Sambært vaktleiðaranum á politistøðini er tað fyrstu ferð, at reglan um útflýggjan av mistonktum brotsfólkum er brúkt hjá útlenskum løgreglum fyri at fáa fatur á møguligum brotsmonnum í Føroyum. Lógarreglan er tó frá 1961.










