Venjingin umborð á Norrønu er av

Fyrrapartin hevur verið skipað fyri trygdarvenjing á Norrønu. Venjingin er nú av. Talan var um eina venjing, ið varð fyriskipað í samráði við allar avvarðandi myndugleikar.

Í hesum sambandi hevur verið eitt ávíst virksemi kring skipið nú fyrrapartin.

Í venjingini ringdi ein ónevndur persónur til móttøkuna umborð á Norrønu og boðaði frá, at ein bumba var umborð, stutt eftir kyknaði eldur á dekkunum 2, 5 og 7.

Venjingin skal tryggja, at mannagongdir í sambandi við kreppustøðu á Norrønu virka sum ætlað. Harumframt skulu Smyril Line og avvarðandi myndugleikar gjøgnum venjingina og eftirmetingina kunnu betra um mannagongdirnar.

Eftirmetingin verður í komandi viku.