Andrias Edmundsson var aftur liðskipari, tá Hellas Verona á Stadio Marc'Antonio Bentegodi leikvøllinum vann stórsigur 5-0 á Arezzo í dysti í Seriu B.
Øll fimm málini vóru skotin í seinna hálvleiki. Tað gjørdi ikki fyritreytirnar verri hjá heimaliðnum, at Arezzo stutt undan steðginum fekk ein mann vístan av vøllinum.
Hellas Verona hevur fýra stig fyri tríggjar dystir. Hetta var sostatt fyrsti sigurin hjá Hellas Verona í Seriu B hetta kappingarárið.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Hellas Verona-Arezzo 5-0 (0-0):https://youtu.be/B7mpLR-U0L0?si=Q6EMMOZVOhiZ9Cgf










