Eldur kom í norska ferju

Í kvøld kom eldur í eina ferju, júst tá skipið var á leiðini undir sonevnda Prædikustólinum, eystan fyri Stavanger í Noregi.

Í kvøld kom eldur í eina ferju, júst tá skipið var á leiðini undir sonevnda Prædikustólinum, eystan fyri Stavanger í Noregi. Øll tey ferðandi og manningin eru bjargað av skipinum.

 

Sambært norsku løgregluni var orsøkin til eldin, at motorarnir vóru ovurhitaðir. Tá eldurin festi í, sendi skipið út neyðarkall, og norska løgreglan fekk boðini nakað eftir klokkan 20 í kvøld.

 

- Øll tey ferðandi eru flutt av skipinum í bátum, sum vóru í økinum. Tá ferðafólkini koma til lands, taka løgregla og heilsufólk ímóti. Ongar fráboðanir eru komnar um persónsskaðar, verður upplýst.

 

Eldurin umborð á ferjuni enn ikki undir eftirliti. Ein onnur ferja sleipar nú eldherjaðu ferjuna út úr fjørðinum. Skipið er bygt í 1978, er 65 metrar langt, tekur 146 fólk og 50 persónbilar.