Fernandez koyrdi dýrandi skít

Fyrrverandi HB-venjarin hevði eina promillum upp á 2,57, tá hann í fjør varð tikin fyri rúsdrekkakoyring

 

 

Tað var í juli mánaði í fjør, at Heine Fernandez varð tikin eftir ferðsluóhapp, har hann millum annað hevði koyrt á nakrar blomsturkassar, eitt el-skáp og gjøgnum ein hekk, áðrenn eldur at enda kom í biln.

 

Ekstra Blaðið skrivar, at Fernandez í gjár møtti í rættinum, men at hann ikki vil gera viðmerkingar til hendingina. Ákærin hevur kravt, at fyrrverandi málrevurin í donskum – og eitt stutt skifti eisini føroyskum – fótbólti verður revsaður við bót, og at hann hartil skal inn at sita.

 

Fernandez var venjari hjá HB, tá teir í 2004 vunnu føroysku greipuna. Hann var eisini venjari í 2005, men varð uppsagdur nakað eftir summarsteðgin.