tað um eg ikki havi verið tøkur, og tað fara teir framhaldandi at gera. Og so haldi eg eisini, at spælistílurin hjá liðnum hóskar væl til mín. Eg veit, at eg havi ein skjótleika, sum ger, at eg kann bjóða [...] eisini sjálvur, at eg havi nógv at geva landsliðnum, og samstundis vóni eg, at eg kann vera við til at hjálpa teimum ungu leikarum, sum nú koma inn á liði. Og sum skilst á tí, sum var at hoyra seinni um dagin [...] beinleiðis segði, at talan var um ein »kæmpegevinst« fyri landsliðið. Hóskar til stílin Tað er heldur einki at ivast í, at ein leikari í tí flokkinum, sum Todi er í, eigur at vera ein styrkur hjá landsliðnum
búnan sum íblástur. Fyri at gera tað meiri brúkbart, og eg haldi, at tað er ein góður máti at halda lív í gomlum siðum, sigur unga kvívíksdaman. Hon heldur ikki, at tað bilar nakað fyri føroyska búnan, tí [...] nakað, sum eg vil gera teimum eftir, men heldur fari eg heim at vita í hvønn mun tað ber til hjá mær at innføra nakað av tí, sum eg havi sæð, inn í mítt egna arbeiði. Fyri framman liggur ein ferð til Borneo [...] fyri at vita, hvussu kjólin at enda kom at síggja út, og fyri Svanhild fyri at vita, hvussu Eivør dámar. ? Hon hevur sum sagt enn ongantíð noktað at farið í nakað, sum eg havi gjørt, og tað vóni eg fer
forkunugt at fáa øll hesi nøvnini savnað í einum. Eyðvitað tað, tí eg havi ein rímiliga grundaðan varhuga av, at onkur av keldunum hjá høvundanum man vera tann sama, sum undirritaði plagdi at halda seg [...] Kortini má eg siga, at viðhvørt tóktiskt mær, at rutan var eitt sindur øðrvísi, enn hon vanliga plagdi at verða gingin. Lopið varð onkuntíð í so langt frá einum staði til tað næsta fyri síðan líkasum at koma [...] anum. Nú er tað lætt at taka framaftur, um áhugi skuldi verið fyri tí. Áhugavert er eisini at lesa um persónar, sum viðgjørdir verða. Til dømis er forvitnisligt at fáa at vita, at kona Páll Fanga giftist
árum síðani var eg meira polemiskur og ivaleyst til tíðir eisini ósakligur. Tá eg í dag hyggi aftur, haldi eg tann polemiska skriviháttin - so neyðugur hann kundi vera - vera í ein vissan mun læsandi, sigur [...] hann fyri, at Hanus Kamban ikki er tann sami í dag samanborið við fyrr. - At liva er, sum eg síggi hetta, eisini at kunna broytast. Sum greinskrivari havi eg broytt stíl, og vónandi eri eg eisini broyttur [...] vulgarisering ger seg eisini galdandi í tí føroyska fjølmiðlaheiminum. Nú vit tosa um fjølmiðlar, haldi eg annars, at tilfarið í føroyskum bløðum mangan er alt ov illa frágingið - ikki minst um ein hugsar um
í SvF Tað, sum provokerar meg til at skriva hesa grein, er, at fíggjarnevndin strikaði talgildissjáttanina til SvF á fíggjarlógini. Eg haldi at tað er gott gjørt, at núverandi fíggjarnevnd, mannað við [...] árið, meðan eitt nú DR ger 1,02 senditíma pr. medarbeiðara um árið. Eg meti ikki, (at talan er um) at SvF ger sjey ferðir skjótari sjónvarp enn danir. Nei - helst er talan um, at soðið man vera tilsvarandi [...] borðinum, tí at vit als ikki hava orku at viðgera evnini á nøktandi hátt. Tað kemur tíverri eisini fyri, at onkur kennir, hvussu ræðuligt tað er, at vera endurgivin skeivt ella, at tað ein segði bleiv misskilt
soleiðis, at tað listarliga gekk í gjøgnum skúlan, sum ein reyður tráður og ikki bara hekk og darlaði uppi í onkrum øðrum, sum tað ger nú. Eg eri sannførdur um, at tað ber til, og at tað er rætt at skapa ein [...] eftir til at geva næmingunum veruliga frálæru. - Kanska eri eg bara gamaldags, men eg dugi ikki at síggja, hví tað skal vera neyðugt at skriva síðu upp og síðu niður við reglugerðum fyri, hvat ein skúli skal [...] uttan at flyta teg. Í so máta livdu vit í eini svart/hvítari verð og vóru nógv meir bangin. Tá eg var 16, rodnaði eg, bara eg fór út um Gøtueiðið, og bar eg eyga við genturnar í Gøtugjógv, smoygdi eg mær
íblástrinum, haldi eg, at man eisini skal søkja inneftir í sína egnu bakgrund. Tað valdi eg at gera í mínari høvuðsuppgávu, har eg tók støði í siðbundnari føroyskari bygging. Ikki soleiðis at skilja at gamlir [...] bundin at sínari bakgrund, at ikki ber til at rýma undan henni og at átaka sær eitt annað útgangsstøði? ? Tað ber uttan iva til at royna at fáa sær eitt annað útgangsstøði, men eg trúgvi ikki at tað ber [...] føroyskum arkitekturi? ? Eg haldi at tað er um at henda ein broyting. Eitt nýtt ættarlið av arkitektum er komið til við áræði til at broyta nøkur ting. Og eins og alla aðrastaðni, so skal ein arkitektonisk siðvenja
einum dilemma at sameina hasi bæði endamálini. Og tað ger tað ikki lættari, at býurin fyrst skal brúkast sum olympiskur býur, og íbúðirnar seinni skulu seljast vanligum fólki. Eg haldi sjálvur, at okkara h [...] kann skjótt fara at broytast. Í sambandi við umsóknina um at gerast vertur fyri olympisku leikunum er ætlanin at byggja ein olympiskan bý til tey umleið sekstan túsund ítróttarfólkini. Ein arkitektakapping [...] sannførd um, at megna vit at skapa ein góðan bý, sum útstrálar lív og lívsdygd, so er tað eitt nóg sterkt signal í sær sjálvum. Okkara trupulleiki við hesum er sjálvandi, at tað altíð er lættari at fáa eyguni
seg at vera í hásæti, eigur ein miðil sambært honum ikki at vera dømdur orsakað av øðrum viðurskiftum. - Tað er sjálvsagt rætt, at tá leiðslur hava tilknýti til onnur áhugamál, kann tað elva til, at onkur [...] metir tað vera hóskandi, at ein landspolitikari ger tíðindi. Politikarar kúga fjølmiðlarnar Jóhann Mortensen vísir á, at tað er rætt, at føroysku fjølmiðlarnir eru bæði ov ókritiskir og ikki nóg óheftir [...] heldur, at tað kann vera ein orsøk at seta spurnartekin við trúvirðið, um tað liggur í bakhøvdinum hjá tíðindamaðanni, at hann ikki má fornerma spornsorfyritøku, hóast redaktiónin altíð roynir at stremba
væl at gera hetta, at eg veit slett ikki um eg tími ikki at arbeiða, sigur hon eftir at hava hugsað eina lítla løtu. -Tá eg eri mitt í einum projekti, verði eg ofta so upptikin, at eg gloymi bæði at eta [...] Føroyum! Tað haldi eg ikki at eg hevði klárað, so eg taki hattin av fyri teimum sum gera tað. Nei, eg havi funnið mítt stað og eg trívist so ómetaliga væl. Havi verið her í 9 ár nú, so eg havi líkasum [...] dag. -Tað, at eg setti mær sjálvari sum treyt, at øll skúlating skuldu vera liðug, áðrenn eg fór avstað til modelluppgávur, hongur við enn í dag, og eg dugi væl ikki at útseta tingini, men at fáa tey frá