Tendrar tú ljós fyri øðrum?

Gerda Petersen, Esbjerg

Í sanginum »For at tænde lys« syngur Lars Lilholt millum annað, hetta: Eg haldi at vit eru her fyri at tendra ljós fyri hvør øðrum.
Vit eru øll við til at seta dám á verðina vit liva í. Um vit hava nógv ella lítið at siga í altjóða samanhangi. Um vit eru stjórar ella næmingar á arbeiðsplássinum, so hava vit ávirkan á gerandisdagin hjá teimum menniskjum sum eru rundanum okkum. »Tú hevur lagnu næsta tíns í hondum tínum«, soleiðis ljóðar eitt sitat ? eitt sitat, sum beinrakið fortelur at ein og hvør okkara ger mun. Tað er aðalmunur á um vit skapa tryggleika ella ampa har vit eru. Eru vit ljóskveikjarar ella ljósasløkkjarar.

Jesus segði: »Tit eru ljós heimsins, staður ið stendur á fjalli, fjalist ikki. Tey tendra heldur ikki ljós og seta tað undir skeppumálið ? nei, í ljósastakan, so tað lýsir í øllum húsinum. Latið soleiðis ljós tykkara lýsa menniskjum, so tey kunna síggja góðu verk tykkara, og æra faðir tykkara sum er í himli«.
Matteus, kap. 5, vers 14-16

Vit hava øll fingið ta uppgávu at birta ljós fyri øðrum. Jesus hevur verið á jørðini at tendra ljósið. Hann hevur givið okkum tann setning, at bera ljósið longur fram á vegin. Tað ljós, vit kunna vera við til at bera framá, er ikki bara boðskapurin um kristnu trúnna ? men eisini ta kristnu manna-áskoðan. Ein áskoðan sum sigur: Tú ert nóg góður sum tú ert ? ein áskoðan sum sigur at vit øll eru líka, og at øll hava týdning.
Undan olympisku leikunum verður fest í tann olympiska kyndilin, sum síðani verður borin frá landi til lands við at fleiri fólk renna við honum fram móti málinum: OL-býnum. Her verður so tann olympiski eldurin kyndur, meðan upplatingarseremoniin fer fram á sjálvum stadion.
Eins og rennarin rennur við tí olympiska eldinum ? soleiðis renna eisini vit sum kristin við boðskapinum um Jesus. Í okkara renning er ikki bara pláss fyri útvaldum rennarum ? her kunna øll renna við.
Vit renna við ljósi hins æviga lívs ? fram móti tí æviga stadion har tann ævigi lívslogin skal kveikjast. Himmalin varir til allar tíðir, login slíknar ongantíð, slóknar ikki sum olympiski eldurin tá leikirnir eru loknir.
Tað er umráðandi at vit hvør í sínum lagi gera okkara til at hjálpa kristna eldinum á veg. Hettar kann gerast uppá fleiri mátar, tó mugu vit alla tíðina leggja okkum í geyma, at vit seta okkum í stað móttakarans.
Á ein vegg hevði onkur skrivað: Kristus er svarið! Niðri undir hevði onkur annar lagt afturat: Hvør var spurningurin?
Tendrar tú ljós fyri øðrum?