Europa League: Aston Villa og Nottingham Forest møttast í hálvfinalunum

Freiburg og Braga møtast í hinari hálvfinaluni

Mynd: Ritzau Scanpix

Eitt enskt lið verður í finaluni í Europa League.

 

Bæði Aston Villa og Nottingham Forest vunnu seg víðari úr fjórðingsfinalunum. Aston Villa við samlaðum stórsigri á Bologna, og Nottingham Forest við samlaðum teprum sigri á Porto.

 

Tey bæði ensku liðini møtast í hálvfinalunum, ið vera leiktar 30. apríl og 7. mai. 

 

Týska Freiburg og portugisiska Braga vunnu seg eisini víðari til hálvfinalurnar, har tey hittast 30. apríl og 7. mai. 

 

Nottingham Forest-Porto 1-0 (1-0) - (Forest vinnur samanlagt 2-1)

1-0 Morgan Gibbs-White ('12 )


Aston Villa-Bologna 4-0 (3-0) - (Villa vinnur samanlagt 7-1)

1-0 Ollie Watkins ('16 )

2-0 Emiliano Buendia ('26 )

3-0 Morgan Rogers ('39 )

4-0 Ezri Konsa ('89 )

 

Betis-Braga 2-4 (2-1) - (Braga vinnur samanlagt 5-3)

1-0 Antony ('13 )

2-0 Abde Ezzalzouli ('26 )

2-1 Pau Victor ('38 )

2-2 Vitor Carvalho ('49 )

2-3 Ricardo Horta, br. ('53 )

2-4 Gorby ('74 )

 

Celta Vigo-Freiburg 1-3 (0-2) - (Freiburg vinnur samanlagt 6-1)

0-1 Igor Matanovic ('33 )

0-2 Yuito Suzuki ('39 )

0-3 Yuito Suzuki ('50 )

1-3 Williot Swedberg ('90 )

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix