Týskland bjóðar sær nú at veita hernaðarhjálp til tess at tryggja skipaferðsluna í Hormussundinum.
Landið bjóðar seg fram við minusóparum og við eftiriti í luftini - ella loftyvirvaking, sum tað kann kallast á vánaligum føroyskum.
Trygdin í Hormussundinum verður evnið á einum fundi við luttøku av næstan 30 londum í París í morgin, fríggjadagin.
Týski kanslarin, Friedrich Merz, setir treytir við týsku luttøkuni í Hormussundinum.
Ein av treytunum er, at hernaðarligu atgerðirnar í økinum steðga, veit tíðindastovan - ARD - at siga.
Tað eru franski forsetin, Emmanuel Macron og bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, sum hava tikið stig til fundin í París í morgin.










