Nøkur orð, nú Jógvan er farin. Ella Jeppa sum vit vanliga kallaðu hann.
Varð so heppin, at sleppa at verða lærlingur hansara í trý ár, og eru hesi árini tey bestu eg minnist afturá sum arbeiðspláss.
Umframt at Jeppa lærdi meg at smíðja bátar, var hann so fryntligur, at hann fekk meg at kenna meg sum Hattarvíksing, við tað at hann vísti mær alla oynna, og vóru á fleyg saman í Urðuni.
Jeppa hevði kvøldskúla í at smíðja borðbátar, og havi eg fleiri ferðir hitt monnum sum hava prísað hansara evnum og hugfarsliga lyndi at verða saman við.
Tað stendur so í hvussu so er órokkiliga fast, at fáur smíðaði vakrari og dygdargóðar bátar sum Jappa smíðaði. Og harafturat var hann eitt skinn av eini aðrari verð, og tað verður seinur dagur at Jeppa verður gloymdur.
Farið væl um minnið um Jógvan.
Við samkenslu.
Michael