Føroyar einasta kommunistiska landi eftir á norðaru hálvkúlu

Petur S. Johannessen
??????????????

Fyrst vil eg takka Johan Mortensen fyri at hann roynir at koma við sera góðum hugskotum um framleiðslu, tað manglar í stóran mun í Føroyum, og at hann áhaldandi tímir at vísa á, hvat er galið við stýringini og hugburðinum í hesum landinum.
Tað vísir seg at sera fáir politikarir skilja hetta, tí manningin har er so gott sum bert lærar og akademikarar, ikki fyri at seta niður á hesar, og tískil ikki hugsa sum ein vinnulívsmaður ger, men tað eru nakrir har kortini, og vit mugu seta okkara vón til at hesir kunnu flyta nøkur mørk.
Eg má einaferð enn vísa til tað sera klossutu viðferð Johan Dahl fekk frá løgmanni og sínum egna baklandi, tá ið hann bleiv settur frá sum fiskimálaráðharri, her er ein vinnulívsmaður, sum veruliga vil nakað og kann nakað, og veit hvat skal til fyri at vinnan skal kunna hepnast, og kann virka fyri at vit kunnu fáa tillaga karmarnir so vinnan kann nýta teir fyrimunir sum eru, men man er uppá móti so stórum kreftum í hesum samfelagnum, at tað ikki letur seg gera at fáa hetta samfelagið at virka, og hugsa ótraditionelt, úrslitið og veruleikan kenna vit.
Vit eru helst tað einasta landi- á norðaru hálvkúlu, sum enn heldur fast um tann kommunistiska tankagangin í USSR, har vinnu-lívið alt er alment, soleiðis sær tað út til at okkara politikarir og partar av vinnuni vilja hava tað, hvat man liggja aftanfyri, ja, sum maðurin segði, ein sera áhuga- verdur spurningur?
Tað merkir, at ógvuliga nógir mennisjaligir resursir ikki verða útnyttaðir, og hetta er ein skandala, oftani verður tosa um, hvar alt tað útbúna fólki endar, tað koma jú nógv nýggj til Føroyar hvørt ár, tí eingin sær nakað til hesi aftur, jú sum flest vita, enda hesi í tí almennu umsitingini í Tórshavn, sum altíð tørvar fólk, og enda hesi tí sum ein slags robottar í umsitingini, hví tað, hesi fáa sær hús í Tórshavn, sum kosta nógv, og velja tí tað sikru loysnina, at verða í arbeiði í umsitingini hjá tí almenna, og harvið klára hvørjum sínum sítt, alt gott um tað, men hesi koma tí ikki at verða partur av tí harliga tiltrongdu nýhugsan, sum vit hava brúk fyri, sagt sera fírkantað, tað almenna tekur sær av hesum fólkum frá vøggu til grøv, og koma hesi ongantíð út í vinnulívið, tey liva í ein slags kuvøsu tilstandi, og er hetta sera harmuligt.
Vit hava brúk fyri ígongdsetarum, og her má tað almenna inn at hjálpa fíggjarliga og fagliga, so at tað gerst lættari hjá ígongdsetarinum at byrja, vit kunnu taka stórfyritøkuna Marel hvussu hon byrjaði, jú við at nakrir menn fingu løn frá tí almenna, í eitt avmarka áramál, meðan teir mentu hugskoti hjá sær til veruleika, hesin fíggjarligi styrkur hevur skapt stórfyritøkuna Marel, hví hugsa vit ikki soleiðis, vit hava brúk fyri at hugskot verða ment alla tíðina, ikki øll koma til at hepnast, men um nøkur gerða tað, er endamálið rokki, og nógv arbeiðspláss kunnu spyrjast burturúr, og harvið inntøkur til komunurnar og landið.
Tað eru slíkir tankar sum Johan Dahl og Johan Mortensen hava, og eg veit at nógv fólk hava nógv góð hugskot, sum kundi verði realiserðaði, men tey seta seg ikki før fyri at fara í holt við hetta, vit í Vági hava brúk fyri eini skipan, sum kann menna hesi hugskot til veruleika í Vági, og hetta mugu vit gerða sjálvi, og sum eg í míni síðstu grein, royndi at greiða frá, vit mugu sjálvi finna loysn á trupulleikunum í Vági, tí tað er eingin loysn at bíðja eftir í almenna, tað haldi eg at vit í Vági hava ásanna efturhondini, tí mugu vit bróta úr nýggjum, og hugsa alternativt, og vit góðum tresti herja á at fáa alternativar/etablerðaðar vinnur, og hervið arbeiðspláss til bygdina.
Ein felagskommuna í Suðuroy er eingin haldbar loysn upp á longri sikt fyri Vág, vit skulu heldur leggja áherslu í at menna okkara egnu bygd Vág, so vit kunnu fáa nøgdsemi í okkara komunu.